Brúkstreytir

(Brúkstreytir 1.1)

Góði brúkari av Samleikanum

Við at stovna tær Samleikan, góðkennir tú samstundis treytirnar fyri at brúka hann. Treytirnar standa í hesum skjali. Les tær væl.

Vinaliga Gjaldstovan

1. Stutt um Samleikan

2. Persónsupplýsingar

2.1. Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú stovnar Samleikan

Tá ið tú stovnar Samleikan, skalt tú geva okkum nakrar persónsupplýsingar. Við teimum vissa vit okkum um, at ikki onkur annar gevur seg út fyri at vera tú. Hetta er neyðugt fyri at skipanin kann virka trygt.

Hesar persónsupplýsingar skalt tú geva okkum:

Tá ið tú stovnar Samleikan, gevur tú samtykki til, at Gjaldstovan:

  1. Útvegar sær persónsupplýsingar um teg frá Landsfólkayvirlitinum.

  2. Eftirkannar hjá Akstovuni og Ríkispolitinum, um passið ella koyrikortið er í lagi.
    1. Akstovan upplýsir navn, mynd, undirskrift, føðingardag, føðistað, koyrikortnummar, útgávudag og gildisstøðu. Gjaldstovan goymir bara koyrikortnummarið.
    2. Ríkispolitiið upplýsir navn, føðistað, tjóðskap, passnummar, koyrikortnummar, útgávudag, gildisstøðu, møguligt CPR-nummar. Gjaldstovan goymir bara passnummarið ella koyrikortnummarið.
  3. Fær sjálvsmyndina borna saman við mynd á passi ella koyrikorti fyri at staðfesta rættleikan. Hetta er bara galdandi, um tú stovnar Samleikan á netinum.
    1. Samanberingina ger fyritøkan Onfido, ið hevur dátusentur í Írlandi, og hagar verða upplýsingarnar um teg sendar.
    2. Talan er um sjálvsmyndina og um tær upplýsingar, sum standa á passi ella koyrikorti tínum.
    3. Upplýsingarnar verða bronglaðar, áðrenn tær verða sendar. Upplýsingarnar verða strikaðar hjá Onfido eftir 30 dagar.
    4. Gjaldstovan goymir úrslitið av samanberingini.
  4. Kann føra gerðalisti yvir nýtsluna av Samleika tínum. Sí meira um hetta í parti 2.2.: “Viðgerð av persónsupplýsingum.”

  5. Kann lata ávísar upplýsingar til annan tænastuveitara, um hesin brúkar Samleikan í talgildu tænastum sínum. Tænastuveitarar kunnu vera t.d. TAKS ella peningastovnar. Sí meira um hetta í parti 2.3.: “Persónsupplýsingar, ið verða givnar víðari til annan tænastuveitara”.

2.2. Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú brúkar Samleikan

Gerðalisti

Gjaldstovan førir gerðalista yvir hesar hendingar, tá ið tú brúkar Samleikan:

Við orðið hending er at skilja elektronisk eyðmerking, endurnýggjan av Samleikanum ella broyting í persónsupplýsingunum.

Gjaldstovan førir ikki gerðalista yvir innihald í tænastum, sum tú ritar inn á.

Tú kanst síggja gerðalista yvir hendingar tínar á sjálvgreiðslusíðuni, www.vangin.fo.

2.3. Persónsupplýsingar, ið verða givnar víðari til annan tænastuveitara

Tá ið tú brúkar Samleikan í tænastum hjá øðrum tænastuveitara, t.d. hjá TAKS ella einum peningastovni, letur Gjaldstovan hesum tænastuveitaranum ávísar upplýsingar um teg. Hetta gera vit fyri at tú kanst brúka Samleikan í tænastuni hjá tænastuveitaranum og fyri at vissa okkum um, at onnur ikki geva seg út fyri at vera tú.

Vit geva tænastuveitaranum hesar persónsupplýsingar um teg:

P-talið verður bara latið tænastuveitara, um tú gevur samtykki til tess, ella um tað er heimilað í lóg, er neyðugt fyri at halda eina rættarliga skyldu, ella tað er kravt av almennum myndugleika.

Hesir tænastuveitarar fáa p-talið, um teir bjóða elektroniska eyðmerking við Samleikanum:

2.4. Hvussu leingi goymir Gjaldstovan persónsupplýsingar tínar?

Strikar tú teg sum brúkara av Samleikanum, goymir Gjaldstovan persónsupplýsingar tínar í sjey ár. Tá verða upplýsingarnar strikaðar. Talan er um tær persónsupplýsingar, sum tú upplýsti, tá ið tú stovnaði Samleikan, og um gerðlistan yvir tínar hendingar, meðan tú brúkti hann.

3. Almennar treytir

Rættindi tíni at brúka tænastu hjá tænastuveitara er mál millum teg og tænastuveitaran. Gjaldstovan váttar bara fyri tænastuveitaranum, at tú ert tann, ið tú sigur teg vera.

Gjaldstovan er váttanarmyndugleiki og varar av Samleikanum og tilhoyrandi váttanum. Gjaldstovan skal røkja skyldur sínar sambært hesi avtalu og sambært váttanarpolitikkinum hjá Samleikanum. Les váttanarpolitikkin á https://repository.samleiki.fo

3.1. Gev rættar upplýsingar

Tá ið tú stovnar Samleikan, skalt tú geva nøktandi og rættar upplýsingar.

3.2. Ver ansin

Ansa eftir, at tú:

3.3. Gáa eftir misnýtslu

Tú skalt beinanvegin strika Samleikan, um tú fært vitan ella illgruna um, at:

3.4. Skyldan hjá tær og Gjaldstovuni at strika Samleikan

3.4.1. Skyldan hjá tær

Tú hevur skyldu til at strika Samleikan, um:

Tú strikar Samleikan á:

Tá ið tú skalt strika Samleikan, skalt tú av trygdarávum upplýsa navn og p-tal. Tú skalt møguliga eisini svara øðrum kontrollspurningum. Hetta er fyri at tryggja, at ikki onkur annar gevur seg út fyri at vera tú.

3.4.2. Skyldan hjá Gjaldstovuni

Gjaldstovan hevur skyldu til at strika Samleikan, um hon:

3.5. Um tú vilt strika Samleikan

Tú kanst altíð strika Samleikan. Gev gætur, at tá kanst tú ikki longur brúka tænastur, ið krevja Samleikan.

Tú strikar Samleikan á:

3.6. Endurnýggja Samleikan

Av trygdarávum skal Samleikin endurnýggjast við jøvnum millumbilum. Áminning verður send tær við teldubrævi ein mánað frammanundan.

Tú kanst altíð endurnýggja Samleikan á Samleika appini. Hevur tú Samleika geyman, mást tú møta upp hjá brúkaratænastuni á Staravegi 9, Tórshavn.

Endurnýggjar tú ikki Samleikan innan freistina, mást tú bíleggja Samleika av nýggjum.