Brúkstreytir
(Útgáva 2.0)
Góði Samleika brúkari
Við at stovna tær Samleikan, góðkennir tú samstundis
treytirnar fyri at brúka hann. Treytirnar standa í hesum skjali. Les tær væl.
Vinaliga Gjaldstovan
1. Stutt um Samleikan
- Samleikin er elektronisk skipan til at eyðmerkja fólk og undirskriva skjøl.
- Samleikin kann verða brúktur í almennum og
privatum tænastum.
- Samleikin kann verða brúktur á app, sum liggur á snildfon ella teldli, ella við einum geyma, sum er knýttur í teldu.
- Samleikin hevur sjálvgreiðslusíðu á netinum.
Adressan er www.vangin.fo.
2. Persónsupplýsingar
2.1. Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú stovnar Samleikan
Tá ið tú stovnar Samleikan, skalt tú geva okkum nakrar persónsupplýsingar. Við teimum vissa vit okkum um, at ikki onkur annar gevur seg út fyri at vera tú. Hetta er neyðugt fyri at skipanin kann virka trygt.
Hesar persónsupplýsingar skalt tú geva okkum:
- p-tal,
- navn,
- teldupostadressu,
- fartelefonnummar,
- samleikaprógv (pass ella koyrikort),
- mynd av passi ella koyrikorti (bara, um tú
stovnar Samleikan á netinum),
- sjálvsmynd (bara, um tú stovnar Samleikan á
netinum).
Tá ið tú stovnar Samleikan, gevur tú samtykki til, at
Gjaldstovan:
-
Útvegar sær persónsupplýsingar um teg frá Landsfólkayvirlitinum.
- Eftirkannar hjá Akstovuni og Ríkispolitinum, um passið ella koyrikortið er í lagi.
- Akstovan upplýsir navn, mynd, undirskrift, føðingardag, føðistað, koyrikortnummar, útgávudag og gildisstøðu. Gjaldstovan goymir bara koyrikortnummarið.
- Ríkispolitiið upplýsir navn, føðistað, tjóðskap, passnummar, koyrikortnummar, útgávudag, gildisstøðu, møguligt CPR-nummar. Gjaldstovan goymir bara passnummarið ella koyrikortnummarið.
- Fær sjálvsmyndina borna saman við mynd á passi ella koyrikorti fyri at staðfesta rættleikan. Hetta er bara galdandi, um tú stovnar Samleikan á netinum.
- Samanberingina ger undirveitari hjá Gjaldstovuni, ið hevur dátusentur í Írlandi, og hagar verða upplýsingarnar um teg sendar.
- Talan er um sjálvsmyndina og um tær upplýsingar, sum standa á passi ella koyrikorti tínum.
- Upplýsingarnar verða bronglaðar, áðrenn tær verða sendar. Upplýsingarnar verða strikaðar hjá undirveitaranum eftir 30 døgum.
- Gjaldstovan goymir úrslitið av samanberingini.
-
Kann føra gerðalista yvir nýtsluna av Samleika tínum. Sí meira um hetta í parti 2.2.: ”Viðgerð av persónsupplýsingum”.
- Kann lata ávísar upplýsingar til annan tænastuveitara, um hesin brúkar Samleikan í talgildu tænastum sínum. Tænastuveitarar kunnu vera t.d. TAKS ella peningastovnar. Sí meira um hetta í parti 2.4.: ”Persónsupplýsingar, ið verða givnar víðari til annan tænastuveitara”.
2.2. Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú brúkar Samleikan til elektroniska eyðmerking
Gerðalisti
Gjaldstovan førir gerðalista yvir hesar hendingar, tá ið tú brúkar Samleikan:
- dag og klokku fyri hendingina,
- hvørja hending talan er um,
- hjá hvørjum tænastuveitara, hendingin fer
fram.
Við orðið hending er at skilja elektronisk eyðmerking, endurnýggjan av Samleikanum ella broyting í persónsupplýsingunum.
Gjaldstovan førir ikki gerðalista yvir innihald í tænastum, sum tú ritar inn á.
Tú kanst síggja gerðalista yvir hendingar tínar á sjálvgreiðslusíðuni, www.vangin.fo.
2.3. Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú undirskrivar skjøl við Samleikanum
Tá ið tú undirskrivar eitt skjal við Samleikanum, verða persónsupplýsingar knýttar til skjalið, ið tú undirskrivar. Hesar eru:
- navn,
- p-tal,
- føðingardagur,
- tjóðskapur.
Tekniskt fer elektroniska undirskriftin við Samleikanum fram í umhvørvi hjá undirveitara hjá Gjaldstovan, ið hevur dátusentur í Noregi. Alt samskifti er bronglað undir flutningi.
Hvørki Gjaldstovan ella undirveitarin goyma eintak av undirskrivaða skjalinum, eftir at undirskriftin er framleidd.
Ein tekniskur gerðalisti um undirskriftina verður goymdur í eitt ár. Endamálið við hesum er at sanna eina ávísa undirskrift ella at loysa møguligt ivamál, ið er komið eftir at undirskriftin er framleidd.
2.4. Persónsupplýsingar, ið verða latnar øðrum tænastuveitara
Tá ið tú brúkar Samleikan til tænastur hjá øðrum tænastuveitara, t.d. hjá TAKS ella einum peningastovni, letur Gjaldstovan hesum tænastuveitaranum ávísar upplýsingar um teg. Hetta gera vit fyri at tú kanst brúka Samleikan til tænastuna hjá tænastuveitaranum og fyri at vissa okkum um, at onnur ikki geva seg út fyri at vera tú.
Vit geva tænastuveitaranum hesar persónsupplýsingar um teg:
- navn,
- p-tal,
- føðingardag,
- tjóðskap,
- eID-tal (eintýtt tal, sum er knýtt at brúkara tínum, og sum er ymiskt frá tænastuveitara til tænastuveitara).
P-talið verður bara latið tænastuveitara, um tú gevur samtykki til tess, um tað er heimilað í lóg, er neyðugt fyri at halda eina rættarliga skyldu ella almennur myndugleiki krevur tað.
Hesir tænastuveitarar fáa p-talið, um teir bjóða elektroniska eyðmerking við Samleikanum:
- almennir stovnar,
- almenn partafeløg,
- peningastovnarnir,
- tryggingarfeløg.
2.5. Hvussu leingi goymir Gjaldstovan persónsupplýsingar tínar?
Strikar tú teg sum Samleika brúkara, goymir Gjaldstovan persónsupplýsingar tínar í sjey ár. Tá verða upplýsingarnar strikaðar. Talan er um tær persónsupplýsingar, sum tú upplýsti, tá ið tú stovnaði Samleikan, og um gerðlistan yvir hendingarnar, tá ið tú brúkti hann.
3. Almennar treytir
Rættindi tíni at brúka tænastu hjá tænastuveitara er mál millum teg og tænastuveitaran. Gjaldstovan váttar bara fyri tænastuveitaranum, at tú ert tann, ið tú sigur teg vera.
Gjaldstovan er váttanarmyndugleiki og varar av Samleikanum og tilhoyrandi váttanum.
Gjaldstovan skal røkja skyldur sínar sambært hesi avtalu og sambært váttanarpolitikkinum hjá Samleikanum. Les váttanarpolitikkin á https://repository.samleiki.fo
3.1. Gev rættar upplýsingar
Tá ið tú stovnar Samleikan, skalt tú geva nøktandi og rættar upplýsingar.
3.2. Ver ansin
Ansa eftir, at tú:
- ikki letur øðrum loynitalið til Samleika appina ella Samleika geyman,
- ikki letur onnur síggja loynitalið, tá ið tú skrivar tað inn,
- ikki skrivar loynitalið niður, so at onnur kunnu brúka Samleikan,
- ikki tekur Samleika appina niður á annans snildfon ella teldil,
- ikki letur onnur brúka Samleika geyma ella tína snildfon ella teldil, har Samleika appin er á.
3.3. Gáa eftir misnýtslu
Tú skalt beinanvegin strika Samleikan, um tú fært vitan ella illgruna um, at:
- Samleikin verður misnýttur,
- Samleikin inniheldur skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar.
3.4. Skyldan hjá tær og Gjaldstovuni at strika Samleikan
3.4.1. Skyldan hjá tær
Tú hevur skyldu til at strika Samleikan, um:
- tú missir burtur Samleika geyma, snildfon ella teldil, har Samleika appin er á,
- onkur fær kunnleika um, hvat títt loynital er.
Tú strikar Samleikan á:
- Samleika appini ella
- við at ringja 1881 (svarar gerandisdagar millum klokkan 08.00 og 16.30) ella
- við at skriva til 1881@talgildu.fo.
Tá ið tú skalt strika Samleikan, skalt tú av trygdarávum upplýsa navn og p-tal. Tú skalt møguliga eisini svara øðrum eftirlitsspurningum. Hetta er fyri at tryggja, at onkur annar ikki gevur seg út fyri at vera tú.
3.4.2. Skyldan hjá Gjaldstovuni
Gjaldstovan hevur skyldu til at strika Samleikan, um hon:
- fær illgruna um ella vissu fyri, at onkur annar enn tú hevur fingið kunnleika um títt loynital,
- fær illgruna um ella vissu fyri, at tólið, har Samleikin er á, er vorðið hakkað ella hevur týðandi trygdarbrek,
- fær illgruna um ella vissu fyri, at tú ikki heldur ásetingar í hesum brúkstreytum,
- fær illgruna um ella vissu fyri, at tú ikki hevur givið nøktandi og rættar upplýsingar, tá ið tú stovnaði Samleikan,
- fær fráboðan frá viðkomandi myndugleika um, at tú ert deyður,
- missir heimildina at geva út váttanir sambært lóg, fyriskipan ella váttanarpolitikki.
3.5. Um tú vilt strika Samleikan
Tú kanst altíð strika Samleikan. Gev gætur, at tá kanst tú ikki longur brúka tænastur, ið krevja Samleikan.
Tú strikar Samleikan á:
- Samleika appini ella
- við at ringja 1881 (svarar gerandisdagar
millum klokkan 08.00 og 16.30) ella
- við at skriva til 1881@talgildu.fo.
3.6. Endurnýggja Samleikan
Av trygdarávum skal Samleikin endurnýggjast við jøvnum millumbilum. Áminning verður send tær við teldubrævi ein mánað frammanundan.
Tú kanst altíð endurnýggja Samleikan á Samleika appini. Hevur tú Samleika geyman, mást tú fara til brúkaratænastuna á Staravegi 9 í Tórshavn.
Endurnýggjar tú ikki Samleikan innan freistina, mást tú bíleggja Samleika av nýggjum.