Her verður kunnað um, hvussu tínar persónsupplýsingar verða nýttar í Samleikanum og um tíni rættindi í hesum sambandi.
Gjaldstovan er dátuábyrgdari fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum í sambandi við nýtslu av Samleikanum.
Tú kanst seta teg í samband við Gjaldstovuna her:
Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
160 Argir
Føroyar
+298 35 24 00
gjaldstovan@gjaldstovan.fo
Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum er at gera tað møguligt fyri teg at nýta Samleikan á nøktandi hátt.
Gjaldstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært:
Tá ið tú stovnar Samleikan, skalt tú geva okkum nakrar persónsupplýsingar. Við teimum vissa vit okkum um, at ikki onkur annar gevur seg út fyri at vera tú. Hetta er neyðugt fyri at skipanin kann virka trygt.
Hesar persónsupplýsingar skalt tú geva okkum:
Tá ið tú stovnar Samleikan, gevur tú samtykki til, at Gjaldstovan:
Útvegar sær persónsupplýsingar um teg frá Landsfólkayvirlitinum.
Kann føra gerðalisti yvir nýtsluna av Samleika tínum. Sí meira um hetta í parti 2.2.: “Viðgerð av persónsupplýsingum.”
Tá tú brúkar Samleikan, viðgerð Gjaldstovan fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
Tá tú brúkar Samleikan førir Gjaldstovan gerðalista yvir hesar hendingar:
Við orðið hending er at skilja elektronisk eyðmerking, endurnýggjan av Samleikanum ella broyting í persónsupplýsingunum.
Gjaldstovan førir ikki gerðalista yvir innihald í tænastum, sum tú ritar inn á.
Tú kanst síggja gerðalista yvir hendingar tínar á sjálvgreiðslusíðuni, www.vangin.fo.
Tá ið tú undirskrivar eitt skjal við Samleikanum, verða persónsupplýsingar knýttar til skjalið, ið tú undirskrivar. Hesar eru:
Tekniskt fer elektroniska undirskriftin við Samleikanum fram í umhvørvi hjá undirveitara hjá Gjaldstovan, ið hevur dátusentur í Noregi. Alt samskifti er bronglað undir flutningi.
Hvørki Gjaldstovan ella undirveitarin goyma eintak av undirskrivaða skjalinum, eftir at undirskriftin er framleidd.
Ein tekniskur gerðalisti um undirskriftina verður goymdur í eitt ár. Endamálið við hesum er at sanna eina ávísa undirskrift ella at loysa møguligt ivamál, ið er komið eftir at undirskriftin er framleidd.
Tá ið tú váttar eina transaktión (t.d. eina peningaflyting) við Samleikanum, verða persónsupplýsingar knýttar til transaktiónina, ið tú váttar. Hesar eru:
Gjaldstovan hevur onga atgongd til innihaldið (t.d. upphædd ella móttakara av peningaflytingini) í transaktiónini, ið tú váttar.
Ein tekniskur gerðalisti um transaktiónina verður goymdur. Endamálið við hesum er at sanna eina ávísa váttan ella at loysa møguligt ivamál, ið er komið eftir at váttanin er framleidd.
Tá tú brúkar Samleikan á tænastu hjá triðiparti, t.d. hjá TAKS ella einum peningastovni, letur Gjaldstovan triðjapartinum ávísar upplýsingar um teg. Hetta gera vit fyri at tú kanst nýta Samleikan í tænastuni hjá triðjapartinum og fyri at vissa okkum um, at onnur ikki geva seg út fyri at vera tú.
Vit geva triðjapartinum hesar persónsupplýsingar um teg:
P-talið verður bert latið triðjaparti, um tú gevur samtykki til tess, ella um tað er heimilað í lóg, er neyðugt fyri at halda eina rættarliga skyldu, ella tað er kravt av almennum myndugleika.
Hesir triðjapartar fáa títt p-tal, um teir bjóða elektroniska eyðmerking við Samleikanum:
Eftir at tú hevur strikað teg sum brúkara av Samleikanum, goymir Gjaldstovan persónsupplýsingar tínar í sjey ár. Tá verða upplýsingarnar strikaðar. Talan er um tær persónsupplýsingar, sum tú upplýsti, tá ið tú stovnaði Samleikan, og um gerðalistan yvir tínar hendingar, meðan tú brúkti hann.
Tú hevur sambært galdandi lóggávu ymisk rættindi í sambandi við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Set teg í samband við Gjaldstovuna, um tú ynskir at brúka tíni rættindi. Hetta kann t.d. vera:
Innlit
Tú hevur rætt til at fáa innlit í, hvørjar persónsupplýsingar
verða viðgjørdar um teg.
Rættingar
Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar rættaðar.
Strika
Í ávísum førum kanst tú fáa tínar persónsupplýsingar strikaðar
innan freistina ásett í pkt. 5.
Tú kanst lesa nærri um tíni rættindi í lóg um vernd av persónsupplýsingum og heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, www.dat.fo.
Tú kann klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja tær. Upplýsingar, um hvussu samband fæst við Dátueftirlitið, eru at finna á heimasíðuni www.dat.fo.